- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hans Ellefsen: Uppboðssøla gevur rættan prís og best rikin skip
Hans Ellefsen: Uppboðssøla gevur rættan prís og best rikin skip
Lektarin á Fróðskaparsetrinum hevði framløgu á Vísindavøkuni um fiskivinnupolitikkin seinastu 25 árini
26.09.2023 - 11:12
Uppboðssøla er tað einasta rætta at seta í verk fyri sølu av fiskirættindum, eisini tá ræður um botnfiskastovnin. Á tann hátt fært tú bæði tann rætta prísin og tey best riknu skipini at fiska.
Tað heldur Hans Ellefsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, sum vísti á hetta í framløgu síni á Vísindavøkuni um miseydnaðan fiskivinnupolitikk seinastu 25 árini.
Hans Ellefsen er lektari á Fróðskaparsetrinum.
Hann er tó greiður um, at ein uppboðssøla ikki hevur tey bestu líkindini fyri at verða góðtikin í vinnuni og í politisku skipanini, um støði verður tikið í, hvussu tað gekst seinast, tá uppboðssølan var roynd.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
26092023_Hans_Ellefsen_og_uppbodssola
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV