- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógaruppskot um yvirtøku um sløk tvey ár longu gjørt
Landsstýrið ætlar at yvirtaka sjórættin á ólavsøku 2025.
Yvirtøkan stendur í samgonguskjalinum.
Lógaruppskotið er gjørt og sent til hoyringar.
Tá sjórætturin er yvirtikin eru lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin á øllum sjóvinnuøkinum yvirtikin, sigur landsstýrið.
Donsku lógirnar, sum eru galdandi í Føroyum, eru summar sera gamlar. Ein er frá 1899 og ein onnur frá 1930.
Størsta lógin
Týdningarmesta lóggáva á økinum, sum skal yvirtakast, er sjólógin.
Sjólógin fyri Føroyar byggir á donsku sjólógina frá 1994 við seinni broytingum.
Landsstýrið sigur, at lóggávan á sjórættarøkinum eftir yvirtøkuna eins og í dag skal fylgja altjóða sáttmálum.
Tí er ikki ætlanin at broyta lóggávuna grundleggjandi í sambandi við yvirtøkuna.
Landsstýrið sigur, at yvirtøkan kostar 1,8 mió.kr., tað eru tvey ársverk, í 2025.