- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin koyrdi ov skjótt og eingin ávirkaður
Eingin koyrdi ov skjótt og eingin ávirkaður
Øll, sum politiið kannaði, skikkaðu sær væl
24.09.2023 - 10:05
Hetta var eitt óvanliga friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.
Okkurt um 50 bilar vóru steðgaðir í Havn, í tveimum átøkum um rúsdrekkakoyring.
Eingin bilførari var ávirkaður.
Ferðslukanning var í tveir tímar í Kollafirði og í tveir tímar í Vágum.
Eingin koyrdi av skjótt.
Aftur í nátt var løgreglan í skeinkistøðum í Havn.
Har var, eins og leygarnáttina, alt í lagi, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV