- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spurdi um avleiðingar av tøkugjøldum
Spurdi um avleiðingar av tøkugjøldum
Landsstýrismaðurin svarar, at arbeitt verður við málinum
22.09.2023 - 09:44
Hvørjari loysn kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, við, og nær kemur loysnin?
Tað spurdi Helgi Abrahamsen løgtingslimur fyri Sambandsflokkin í gjár, tá tingfólk høvdu høvi at seta ófráboðaðar fyrispurningar.
Løgtingsmaðurin sóknaðist eftir loysnum uppá trupulleikarnar, sum sagt hevur verið fara at standast av nýggju tøkugjøldunum:
22092023_Fyrispurningur_1
- Vit arbeiða við hesum í løtuni, svaraði Høgni Hoydal, sum ivast í, um tað er rætt, sum er komið fram í seinastuni um, at tøkugjøldini forða fyri góðsking av laksi.
Hann fanst eisini at, at vanlig arbeiðsfólk í hesum sambandi verða hótt við uppsagnum:
22092023_Fyrispurningur_2
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV