- Tíðindi, mentan og ítróttur
Markið í landsskattastiganum skal javnast á hvørjum ári
Markið í landsskattastiganum skal javnast á hvørjum ári
Fólkaflokkurin sigur, at uppskotið skal forða fyri, at skattatrýstið veksur av sær sjálvum
22.09.2023 - 08:28
Fólkaflokkurin mælir nú til at broyta landsskattastigin, sum ikki er broyttur síðani 2016.
Tað ger, sigur flokkurin, at størri partur av lønini so líðandi er lyftur upp á hægri skattastig.
Fólkaflokkurin hevur tí uppskot um hvørt ár at javna mørkini í landsskattastiganum.
Javningin skal vera prosentvísi vøksturin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1.oktober í árinum fyri.
Fólkaflokkurin hevur uppskot um, at skattastigin fyri 2024 verður javnaður fýra prosent.
Flokkurin sigur, at uppskotið skal forða fyri, at skattatrýstið veksur av sær sjálvum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV