Tríggir arbeiðsbólkar arbeiða við Suðuroyartunlinum

Tríggir arbeiðsbólkar arbeiða við Suðuroyartunlinum
Tá allar forkanningar, haldføriskanning og uppskot um fíggingarleist eru liðug, er málið klárt til politiska støðutakan, sigur løgmaður
Gongst sum ætlað, verður koyrandi í Sandoyartunlinum í hesum árinum. Forkanningarnar til Suðuroyartunnilin skulu verða lidnar næsta ár.
 
22.09.2023 - 08:21

Politiski fylgibólkurin hjá løgmanni, sum viðger Suðuroyartunnilin, og har allir flokkar í løgtinginum eru við, hevur havt sín fyrsta fund.

Og Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið, Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið, Landsbankin og partafelagið Suðuroyartunnilin greina, hvussu nógv íløgan kostar, og hvussu nógv rakstrurin kostar samanborið við siglingina á suðuroyarleiðini.

Tey skulu gera uppskot um fíggingarleist.

Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann.

 

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, spurdi løgmann um Suðuroyartunnilin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Forkanningar lidnar næsta ár

Hann spurdi, nær uppskot um verklagslóg um Suðuroyartunnilin kemur í løgtingið.

Løgmaður sigur, at forkanningarnar vera lidnar við ársenda í 2024. 

Tunnilsfelagið hevur sett tríggjar arbeiðsbólkar, sum arbeiða við linjuføring og atknýttum vegum, trygd og, hvat skal gerast við grótið úr tunlinum.  

Tá allar forkanningar, haldføriskanning og uppskot um fíggingarleist eru liðug, er málið klárt til politiska støðutakan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
10 mió.kr. eru í fíggjarlógini í ár, og 10 milliónir vera í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109