- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spurdi um gegnið hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum
Spurdi um gegnið hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, setti løgmanni ófráboðaðan fyrispurning í tinginum fyrrapartin
21.09.2023 - 13:42
Tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru løgtinginum fyrrapartin, spurdi Jørgen Niclasen, løgtingsmaður í Fólkaflokkinum, løgmann um gegnið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.
Jørgen Niclasen spurdi, um løgmaður og hansara umsiting hava kannað gegnisspurningin, nú meiri peningur skal játtast at gera H-bygningurin lidnan.
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt, at Jørgen Niclasen, sum eisini er fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, er ógvisligur í sínari niðurstøðu.
Hoyr spurningin og svarið her:
Margit_og_gegni
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV