
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsmarknaður: Almennu skipanirnar eru ov stirvnar

Almennu skipanirnar er ov stirvnar og gera tað torført hjá borgaranum at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, og sleppa úr almennu veitingunum.
Tað sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum.
Í nýggjastu frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini sæst, at 34 milliónir kr. vóru latnar til tillagað størv í 2018, men í fjør var upphæddin meira enn 83 milliónir kr.
Vinnan heldur eisini, at skipanin er ov stirvin, og tørvur er á samskifti millum partarnar, sigur Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Erling Fles, sálarfrøðingur, sigur, at neyðugt er við miðvísum arbeiði at fáa fólk aftur á arbeiðsmarknaðin.
Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.
Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Erling Fles, sálarfrøðingur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.
