- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógreitt hvussu nógv stytt arbeiðsvika fer at kosta
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, veit ikki enn, hvat tað fer at kosta at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.
Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spurdi, um landsstýrið hevur gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av arbeiðsvikuni fer at kosta.
Landsstýriskvinnan svarar, at ymsar útrokningar eru gjørdar við møguligum myndlum fyri, hvussu ein 37 tíma arbeiðsvika kann fremjast, og hvat kostnaðurin kann verða.
Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi, um landsstýrið hevur gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av arbeiðsvikuni fer at kosta.
Átta fundir
Ingilín Didriksen Strøm sigur, at endaligu útrokningarnar fyri kostnaðin á ávikavist privata og almenna arbeiðsmarknaðinum eru enn í umbúnaði.
Í løtuni er landsstýrið í trípartasamráðnum við umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, og higartil hava verið átta fundir.
Ingilín Didriksen Strøm sigur, at tað ber ikki til at siga, hvat kostnaðurin verður, fyrr enn trípartasamráðið er komið til eina endaliga loysn fyri, hvussu 37 tímar arbeiðsvikan skal setast í verk.
Les alt svarið her.