- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nes kommuna í Grønlandi
Nes kommuna í Grønlandi
Umboð fyri Nes kommunu hava verið í Grønlandi, har tey á vitjan hjá Avannaata kommunu hava greitt frá umsiting, fyrisiting og rakstri av Nes kommunu.
Mynd: Nes kommuna
17.09.2023 - 15:22
Tað var eftir eina vitjan í vár, tá ið umboð fyri Avannaata kommunu í Grønlandi vitjaðu nakrar føroyskar kommunur, at tey á Toftum fingu innbjóðingina.
Nú hava so Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Elsbet E. Magnussen, kommunuskrivari, og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari, verið í Grønlandi.
Í býráðshølunum í Ilulissat, har Avannaata kommuna hevur sítt høvuðsæti, høvdu tey sínar framløgur.
Avannaata kommuna fevnir um fýra býir og 21 bygdir, og har búgvan umleið 11.000 fólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV