Flyta aftur korn úr Ukraina

Flyta aftur korn úr Ukraina
Fyri fyrstu ferð, síðan Russland tók seg úr avtaluni um kornflutning úr Ukraina, eru tvey farmaskip um eina nýggja farleið komin til ukrainska havnarbýin Thornomorsk í Odesa.
 
17.09.2023 - 13:16

Higartil hava skip annars bara brúkt leiðina í Svartahavinum, tá ið korn hevur verið flutt út úr Ukraina, skrivar BBC.

Tey bæði farmaskipini skulu nú lasta 20.000 tons av hveiti, ið skulu flytast til Egyptalands og Ísraels.

Í farna mánaði boðaði ukrainski flotin frá eini serligari farleið, so tey yvir 2.000 farmaskipini, ið hava verið innbyrgd síðan krígsbyrjan, kunnu sleppa til verka.

Russiska stjórnin hevur ikki givið til kennar, um landið ætlar sær at virða nýggju farleiðina hjá farmaskipunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948