- Tíðindi, mentan og ítróttur
Børn sótu uttan trygdarbelti
Ein varð eisini tikin á prutli, tí hann hevði ikki aldur til tað, upplýsir vakthavandi á Politistøðini í Havn.
Politiið gjørdi eisini ferðmátingar undir sjúkrahúsinum á Tvøroyri, har tríggir bilførarar fingu átalu fyri at koyra meira enn 40 km/t, har tað bert er loyvt at koyra 30.
Annars var í trimum førum boðað frá leysum seyði, sum gekk innan fyri bøgarðarnar í Suðri.
Ein bilførari var tikin millum Kollafjørð og Hósvík, sum koyrdi 114 km/t, og hann fær treytaða frádøming av koyrikortinum.
Innbrot hevur eisini verið í einum húsum í Vágum, har innbrotsmaðurin, sum hevði stolið brennivín og annað, var tikin.
Burtursæð frá larmi á Argjahamri, sum bleiv meldaður, og at ein avdottin maður í miðbýnum varð tikin á politistøðina at sova rúsin av sær, var friðarligt í høvuðsstaðnum í nátt, sigur vakthavandi.