Tik Tok fær hálva aðru millard í bót

Tik Tok fær hálva aðru millard í bót
Kinesiski miðlarisin góðtekur hvørki dómin ella støddina á bótini
Orsøkin til bótina er, at miðilin hevur brotið dátuverndarreglurnar, GDPR-reglurnar, fleiri ferðir. (Savnsmynd)
 
15.09.2023 - 15:45

Meira enn hálva aðru milliard krónur skal TikTok rinda í bót fyri at hava brotið dátuverndarreglurnar hjá ES um persónligar upplýsingar hjá børnum.

Tað skrivar danska Kringvarpið.

Írski dátuverndarstovnurin hevur givið kinesiska miðlarrisanum bótina. Stovnurin skipar TikTok í øllum ES, av tí at TikTok hevur evropiskt høvuðssæti í Írlandi.

Orsøkin til bótina er, at miðilin hevur brotið dátuverndarreglurnar, GDPR-reglurnar, fleiri ferðir, og hevur ikki, sigur írski dátuverndarstovnurin, vart kontur hjá børnum nóg væl.

Víst verður millum annað á, at kontur hjá brúkarum, sum eru yngri enn 16 ár, vóru almennar og ikki privatar, eins og miðilin ikki hevði eftirlit við, um brúkararnir vóru nóg gamlir til at hava TikTok-kontu.

TitTok góðtekur hvørki dómin ella støddina á bótini, skrivar Ritzau.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948