Norwegian sleppur ikki at keypa Widerøe fyribils

Norwegian sleppur ikki at keypa Widerøe fyribils
Fleiri greiningar skulu gerast, sigur norska kappingareftirlitið
Widerøe flýgur eisini millum Bergen og Vágar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.09.2023 - 11:03

Norska flogfelagið Norwegian má bíða við at keypa kappingarneytan, Widerøe. 

Tað hevur norska kappingareftirlitið staðfest, skrivar norska kringvarpið. 

Kappingareftirlitið hevur fyribils noktað keypinum við tí grundgeving, at kappingin á norska marknaðinum kann vikna, um Norwegian sleppur at keypa Widerøe. 

Í staðin fer kappingareftirlitið undir eina meira umfatandi greining av keypinum. 

 

 

Neyðugt við kapping

- Marknaðurin fyri flogferðslu er ein stórur og týðandi marknaður fyri hjá norskum brúkarum. Ein væl virkandi kapping er avgerandi fyri, at norsk ferðafólk fáa tað besta tilboðið fyri bíligsta kostnaðin. Neyðugt er við fleiri greiningum, hvussu keypið hjá Norwegian av Widerøe hevði ávirkað kappingina á marknaðinum, sigur deildarleiðarin í kappingareftirlinum, Gjermund Nese.

Tað var í juli, at Norwegian boðaði frá, at teir ætlaðu at keypa Widerøe. 

Widerøe bjóðar fyrst og fremst innanríkis flogferðir í Noregi, men felagið flýgur eisini millum Bergen og Vágar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948