- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu skjótari fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina
Broytingar eru nú gjørdar í kunngerðini um fiskavirkisskipanina, sum eitt samt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina hevur mælt til.
Broytingarnar hava m.a. við sær, at tey, sum eru í fiskavirkisskipanini, skjótari kunnu fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina.
Í vanligu arbeiðsloysisskipanini verður arbeiðsloysisstuðul goldin arbeiðsleysum fyri 40 tímar um vikuna, meðan tað verður goldið fyri 32 tímar um vikuna í fiskavirkisskipanini.
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Størri útgjald
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, sum hevur sett broytingarnar í gildi, sigur, at hetta verður ein bati hjá tí arbeiðsleysa, tí útgjaldið verður størri.
Vanliga arbeiðsloysisskipan kann eisini at bjóða fólki annað starv.
Í hesum tíðum, tá ið nógvir arbeiðsgevarar mangla arbeiðsmegi, verður broytingin ein fyrimunur fyri flytførið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Les kunngerðina her.
Hoyr samrøðu, sum Marjun Dalsgaard gjørdi við Ingilín Didriksen Strøm: