- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostar 44 milliónir at gera H-bygningin lidnan
Enn eitt uppskot um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum er komið í tingið.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, biður í uppskoti um nýggja verklagslóg um 43,7 milliónir kr. at gera H-bygningin lidnan.
Meirútreiðslurnar standast av størri útreiðslum til bygningsarbeiði, rakstur av byggiplássinum, longda byggitíð og isolatiónsstovur.
Heilsumálaráðið sigur. at arbeitt verður við at yvirtaka og royna ymsar tekniskar skipanir. Arbeiðið at binda H-bygningin og B-bygningin er í gerð, og eisini verður arbeitt við at inrætta kjallaran til goymslu, reingerð og parkering.
Nakað av hesum arbeiði er drúgt, so tað gongur ein tíð, til sjúklingar kunnu verða innlagdir og koma til ambulantar viðgerðir í nýggja partinum av Landssjúkrahúsinum.
Roknað verður við, at tað er tann víðkaði parturin av kjallaranum, sum tekur longst tíð, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.
Uppskotið kann lesast her.