Ivasamt um serskattaskipanir verða strikaðar

Ivasamt um serskattaskipanir verða strikaðar
Limir í fíggjarnevndini halda tó, at onkrar broytingar eiga at verða gjørdar í FAS og skipanunum um sjómannafrádrátt og samdøgursfrádrátt
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini.
 
07.09.2023 - 13:54

Tað er ivasamt, um landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fær undirtøku fyri sínum uppskoti um at strika serskattaskipanir, sum t.d. FAS, sjómannafrádrátt og samdøgursfrádrátt. 

Í øllum førum, um fíggjarnevndin verður spurd. Hon skal viðgera møguligt uppskot frá landsstýriskvinnuni.

Tað kom fram í Breddanum fyrrapartin. 

- Vit hoyra javnan, at tað er ikki rætt at geva fólki fíggjarligan fyrimun at arbeiða uttanlands, men avleiðingarnar av at strika serskattaskipanir mugu kannast væl, áðrenn avgerð verður tikin, sigur Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og limur í fíggjarnevndini. 

 

Limir í fíggjarnevndini skiftu orð um serskattaskipanir í Breddanum fyrrapartin. 

 

Forkvinnan í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen,  vil heldur ikki siga enn, hvørjar serskattaskipanir kunnu strikast,

Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi væntar, at onkur broyting verður gjørd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07092023_Serskattaskipanir

 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109