Biograflógin verður tikin av

Biograflógin verður tikin av
Lógin er eitt óneyðugt bureaukratiskt fyribrigdi, sigur Mentamálaráðið
Landsstýrið ætlar at taka biograflógina av. (Savnsmynd: Havnar Bio)
 
07.09.2023 - 12:22

Lógin um biografar frá 1984 skal strikast, tí ikki er brúk fyri henni longur.

Mentamálaráðið sigur, at loyvi frá landsstýrisfólkinum til at reka biograf ella til almennar filmssýningar, verður mett sum eitt óneyðugt bureaukratiskt fyribrigdi.

Tað er heldur ikki í samsvari við ynskið hjá sitandi samgongu um størri armslongd á mentanarøkinum. 

Tá lógin er farin úr gildi, verður ikki longur neyðugt at søkja um loyvi at stovna og reka biograf.

Og tey, sum skulu hava einstaka filmssýning, skulu ikki søkja landsstýrið um loyvi til tess.

Lógaruppskotið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109