- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa klipp í koyrikortið, um barn ikki er í trygdarbelti
Fáa klipp í koyrikortið, um barn ikki er í trygdarbelti
Politiið kannar í hesum døgum, um skúlabørn eru í trygdarbelti
30.08.2023 - 08:21
Eru børn ikki í trygdarbelti, fær tann, sum koyrir bilin, klipp í koyrikortið.
Hvønn skúladagsmorgun er politiið við onkran skúla, tá skúladagurin byrjar.
Í morgun eru tríggir ella fýra skúlar á skránni.
Í gjár var politiið á Viðareiði.
Politiið kannar millum annað, um skúlabørnini eru í trygdarbelti.
Eru børn ikki tað, fær bilførarin klipp í koyrikortið.
Eitt annað, sum politiið átalar, eru børn, sum bera skúlataskuna á bakinum, meðan tey sita í bili. Tá eru tey ikki trygg.
Hetta skúlaátakið verður hvønn skúladagsmorgun í einar tvær vikur aftrat.
Annars er tað javnan alt árið, sigur politiið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV