Eiga at fáa fleiri grundstykki um tveir ella tríggjar mánaðir

Eiga at fáa fleiri grundstykki um tveir ella tríggjar mánaðir
Annika Olsen, býráðslimur, heldur, at er politiskur vilji, kann málið um grundstykkir i Kollafirði loysast skjótt
Borgarafundur verður í Kollafirði í kvøld um støðuna í bygdini. (Mynd: Tórshavnar kommuna)
 
29.08.2023 - 14:21

-  Er politiskur vilji, eiga tað ikki at ganga meiri enn tveir ella tríggir mánaðir, til farast kann undir arbeiðið við fleiri grundstykkjum í Kollafirði.

Tað sigur Annika Olsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi, í Tórshavnar kommunu.

Tá ið samgongan í Tórshavnar kommunu arbeiddi við at selja 22 grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði bíligari enn í Havn, altso fyri marknaðarprís, var táverandi minniluti ímóti hesum.

 

Annika Olsen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í minnilutanum var Heðin Mortensen, sum nú er borgarstjóri í kommununi. Minnilutin kærdi samgonguna til Innlendismálaráðið fyri at selja grundstykkini bíligari enn vanligt var.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29082023_Annika_um_Kollafjord

 

Borgarafundur verður í Kollafirði í kvøld kl 18:30 í skúlanum, har støðan hjá bygdini er á skránni.

Allir 13 býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu hava fingið innbjóðing.

Í Breddanum fríggjadagin, svaraði borgarstjórin ikki, um hann fór at møta upp ella ikki.

Bara tveir býráðslimir hava boðað frá, at teir koma. Tveir, sum eru uttanlands, hava boðað frá, at tað liggur ikki fyri hjá teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109