- Tíðindi, mentan og ítróttur
Juni góður mánaður hjá gistingarhúsunum
Juni góður mánaður hjá gistingarhúsunum
Nýtslustigið var meira enn 97 prosent, men í juli fór tað niður í 80,4 prosent
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.08.2023 - 08:14
Juni mánaður í ár var góður hjá føroysku gistingarhúsunum.
Tá var nýtslustigið 97,1 prosent.
Men í juli fór tað niður í 80,4 prosent.
Sløk 15.600 fólk skrivaðu seg inn í gistingarhús í juni og 15.200 í juli.
Persónsgistinætur
Persónsgistinæturnar í juli vóru 31.400 í Tórshavnarøkinum og 4.700 úti um landið.
Persónsgistinætur siga, hvussu nógv fólk, og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista triggjar nætur, eru tað 30 persónsgistinætur.
Í fjør var juni eisini betri enn juli.
Í juni var nýtslustigið sløk 81 prosent, meðan tað var 77,5 prosent í juli í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV