Uppskotið fer helst at steðga ónøgdini í Miðeystri

Uppskotið fer helst at steðga ónøgdini í Miðeystri
Asma Abbas, sum ger donsk tíðindi á arabiskum, heldur, at avgerðin um, at tað skal vera ólógligt at brenna koranir, fer at røkka arabiska heiminum
Asma Abbas ger tíðindi úr Danmark á arabiskum fyri Denmark24.com
Mynd: DR  
 
25.08.2023 - 15:30

Uppskotið hjá donsku stjórnini um at gera tað ólógligt at brenna heilagar bøkur í almenna rúminum, fer helst at steðga ónøgdini í Miðeystri.

Tað heldur arabiski journalisturin, Asma Abbas, sum ger donsk tíðindi á arabiskum, sambært Danmarks Radio.

Hon var á tíðindafundinum fyrrapartin, tá danska stjórnin greiddi frá lógaruppskotinum.

Asma Abbas heldur, at tíðindini fara at røkka arabiska heiminum. 

 - Hetta er ein skilagóð avgerð. Vit høvdu roknað við, at brenning av koranum uttan fyri arabiskar sendistovur fór at verða ólóglig, men nú er talan um forboð á øllum almennum støðum, sigur Asma Abbas.

Hon heldur, at hetta fer at steðga ófriðinum, sum hevur verið við danskar sendistovur.

 

Koranbrenning hevur elvt til ófrið. Henda myndin er úr Svøríki. (Mynd: Anders Wiklund/TT/Ritzau Scanpix)

 

Blasfemigreinin aftur í gildi

Ikki øll eru so fegin um lógaruppskotið. 

Talsfólkið hjá Liberal Alliance, Steffen Larsen, heldur, at hetta er tað sama sum at seta blasfemigreinina aftur í gildi.

Inger Støjberg, forkvinna hjá Danmarksdemokratunum, heldur lítið um 

- Hetta snýr seg ikki bert um at brenna koranir, men um framsøgufrælsi, og hvør skal sleppa at gera av, hvussu vit skulu liva, sigur hon sambært TV2. 

Lógaruppskotið kemur í kjalarvørinum av, at fólk hava brent koranir á almennum støðum, og tað hevur serliga sett Danmark og Svøríki undir trýst við hóttanum frá m.a. harðrenda bólkinum, Al-Queda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948