Noreg fer at hava korn á goymslu

Noreg fer at hava korn á goymslu
Ætlanin er at hava nóg mikið av korni á goymslu, sum røkkur til tríggjar mánaðir
Geir Pollestad er ráðharri í landbúnaðar- og matvørumálum í Noregi
Mynd: Stavanger Aftenblad  
 
25.08.2023 - 15:12

Verður bráðfeingis tørvur á korni, fer Noreg at hava eina neyðgoymslu til reiðar.

Tað upplýsir norska stjórnin, eftir at grannalond eisini hava tilbúgving við korni, í sambandi við kriggj í Evropa, farsóttir og veðurlagsbroytingar.

Næsta ár verða 15.000 tons av kornu løgd á goymslu og hetta til 2028-2029 fer Noreg at tryggja sær at hava korn á goymslu, sum røkkur til tríggjar mánaðir, sigur norski landbúnaðar- og matvørumálaráðharrin, Geir Pollestad.

Norska kringvarpið skrivar, at hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at Noreg hevur korn á goymslu.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár hevur stjórnin sett av 63 milliónir norskar krónur, góðar 40 milliónir í okkara peningi, til korngoymsluna.

Roknað verður við at hava 82.500 tons av hveiti á goymslu fyri 2030. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948