Talsmaður: Russland hevði einki við flogvanlukkuna gera

Talsmaður: Russland hevði einki við flogvanlukkuna gera
Nógvir gitingar eru um, hví flogfarið við leiðaranum í Wagner-deildini datt niður
Jevgenig Prigozjin doyði í flogvanlukkuni mikudagin, men Russland vísir aftur, at tað hevði nakað við vanlukkuna at gera.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.08.2023 - 14:57

Skuldsetingarnar frá vesturheiminum um, at russiska stjórnin skipaði fyri at fáa Jevgenij Prigozjin tiknan av døgum, eru lygn.

Tað sigur ein talsmaður hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sambært Danmarks Radio.

Talsmaðurin,, vil ikki vátta, at leiðarin  í Wagner-herdeildini, doyði í flogvanlukkuni mikudagin, men vísir á, at kanningararbeiði er sett í verk, og at bíðast má eftir úrslitinum.

Hann leggur kortini eina við, at Kreml einki hevði við flogvanlukkuna at gera.

 

 

Dmitrij Peskov er talsmaður hjá Putin, forseta. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Nógvar gitingar eru um vanlukkuna og syndarliga deyðan hjá teimum, sum vóru við flogfarinum, men hetta er lygn, sigur Dmitrij Peskov.

Í juni stóð Jevgenij Prigozjin á odda fyri einum uppreistri ímóti russisku hernaðarleiðsluni, og Vladimir Putin kallaði hann tá fyri ein svíkjara.

Í gjár sýndi Putin familjuni hjá  Prigozjin samkenslu og rósti honum fyri at verða ein góðan handilsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948