Trump handtikin og latin leysur móti veðhaldi

Trump handtikin og latin leysur móti veðhaldi
Avtalað var frammanundan, at fyrrverandi amerikanski forsetin skuldi rinda 1,4 milliónir kr. í veðhaldi
Donald Trump legði eina "brotsmannamynd" av sær á miðilin X.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.08.2023 - 08:45

Donald Trump gav seg í nátt, føroyska tíð, yvir til statin Georgia. 

Fyrrverandi amerikanski forsetin møtti sjálvur upp í Fulton County, har hann fyrst formliga varð handtikin og síðan leyslatin móti veðhaldi 20 minuttir seinni. 
 
Avtala var frammanundan gjørd um kostnaðin fyri veðhaldið, ið var 200.000 dollarar, ella umleið 1,4 milliónir krónur. 

Tað vísa rættarskjøl, sum CNN hevur fingið innlit í. 

Donald Trump varð í síðstu viku ákærdur í 13 viðurskiftum, í sambandi við at royna at ávirka úrslitið av forsetavalinum í USA í november í 2020. 

 

Brotsmannamynd

Donald Trump legði í morgun sjálvur eina sonevnda brotsmannamynd á sosiala miðlin X. Hetta er ein mynd, ið vanliga verður tikin av øllum, ið verða handtikin í USA. 

Hetta er fyrstu ferð síðani 8. januar í 2021, at Trump hevur lagt nakað út á sosiala miðilin, skrivar DR. 

Seinast var, tá ið hann skrivaði "Uppílegging av valinum. Gevið ongantíð upp". Ein skrivlig útsøgn, ið fleiri vilja vera við var orsøkin til, at túsundtals uppreistrarfólk tveir dagar seinni trokaðu seg inn í amerikonsku kongressina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948