Aðalráð ósamd um broytingar í rúsdrekkalógini

Aðalráð ósamd um broytingar í rúsdrekkalógini
Heilsumálaráðið sigur, at verður atkoman til rúsdrekka lættari, er vandi fyri, at nýtslan økist
Uppskotið snýr seg um at loyva teimum, sum bryggja sterkt, at selja vøru sína á bryggjarínum, sama hvør styrkin er, tá fólk vitja. (Savnsmynd)
 
25.08.2023 - 08:20

Heilsumálaráðið og Løgmálaráðið eru ikki samd um eina broyting í rúsdrekkalógini.

Í hoyringarskrivi um uppskotið sigur Heilsumálaráðið, at í nýggjastu føðslutilmælinum frá Norðurlendska ráðharraráðnum verður mælt til, at fólk als ikki drekka rúsdrekka. 

Ráðið sigur, at verður atkoman til rúsdrekka lættari, kann vandin vera, at nýtslan økist.

 

Næstan bara útlendsk ferðafólk

Løgmálaráðið, sum eigur uppskotið, sigur um vandan fyri meirnýtslu, at tað vera næstan bara útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa sterkt, tá tey vitja bryggjarí.

Uppskotið snýr seg um at loyva teimum, sum bryggja sterkt, at selja vøru sína á bryggjarínum, sama hvør styrkin er, tá fólk vitja.

Galdandi lóg hevur 5,8 prosent sum hámark.

 

 

Lýsingarforboð skal umfata allar miðlar

Løgmálaráðið hevur tó lurtað eftir Rúsdrekkasøluni, sum mælti til at víðka forboðið fyri at lýsa við rúsdrekka. Ikki bara í føroyskum miðlum, men í øllum miðlum. 

Løgmálaráðið hevur uppskot um at broyta lógina, so lýsingarforboðið umfatar allar miðlar, sum venda sær til fólk í Føroyum.

Fyrsta viðgerð um uppskotið at broyta rúsdrekkalógina verður 5. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109