Sverri Steinhólm fyrsti diakonpresturin

Sverri Steinhólm fyrsti diakonpresturin
Hann tekur við starvinum 1. september
Sverri Steinhólm tekur við starvinum sum diakonprestur 1. september.
Mynd: Fólkakirkjan.fo  
 
24.08.2023 - 15:37

Føroya fyrsti diakonprestur er settur.

Tað verður Sverri Steinhólm, sum áður hevur røkt embætið sum sjúkrahús- og fongsulsprestur.

Uppgávan er at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, eitt nú í sambandi við arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi. Hann skal virka í samspælinum millum einstaka menniskjað og samfelagið.

Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni stendur, at diakonpresturin skal boða evangeliið inn í tilverunnar avbjóðandi umstøður.

 

Samstarva við Bláa Kross og Soli Deo Gloria

Í fyrstu atløgu verður byrjað spakuliga í tættari samvinnu við Bláa Kross Føroya og Soli Deo Gloria í Klaksvík. Hesi eru umboðað í nevndini, sum saman við biskupi hevur ábyrgd av diakonprestinum.

Sverri Steinhólm hevur drúgvar royndir á økinum frá sínum arbeiði í Blá Krossi, har hann hevur verið virkin alt sítt lív, og formaður í mong ár. Hann fer at samstarva við felagsskapir og øll, sum vilja samstarva við fólkakirkjuna.

Sverri Steinhólm byrjar í tænastuni sum diakonprestur tann 1. september.

 

Funktiónsprestar

Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar, at virka við meiri bundnum uppgávum.

Umframt diakonprestin, eru funktiónsprestar, ið røkja uppgávur innan sjúkrahúsverkið, millum fongslaðir føroyingar, og fyri stuttum var studentaprestur settur at virka á miðnámskúlunum kring landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV