- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni til av makreli í Norðurhøvum
Minni er til av makreli í Norðurhøvum nú enn undanfarin ár.
Tað vístu makrelkanningarnar í juli, sigur Havstovan
Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 prosent.
Tað var mest til av trý og fýra ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av ársgomlum og tvey ára gomlum makreli í Norðsjónum.
Stendur eystarliga
Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar fóru at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur á djúpum havi, uttan fyri norska landgrunnin.
Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini av kanningunum verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd næstu vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Úrslitini fyri sild og svartkjaft vóru ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknað seinni í heyst.