Endurgjald fyri arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstri

Endurgjald fyri arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstri
Dømi er um, at fólk fekk 180.000 kr. í endurgjaldi í 2011, og tíggju ár seinni er gjaldið óbroytt. Uppskot um at broyta lógina er komið í tingið
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, eigur uppskotið um at broyta arbeiðsskaðatryggingarlógina.
 
24.08.2023 - 08:37

Endurgjald fyri mist vinnuføri eftir arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstrinum.

Tí sum nú er, minkar tað í veruleikanum, realvirðið minkar, so hvørt sum lønir fara upp.

Uppskot um at broyta arbeiðsskaðatryggingarlógini kom í løgtingið í gjár.

Dømi í lógaruppskotinum er, at fólk fekk 180.000 kr. í endurgjaldi í 2011.

Endurgjaldið er tíggju ár seinni, í 2022, framvegis 180.000 kr. um árið. Onnur endurgjøld er hækkað sløk 23 prosent.

Tær 180.000 krónurnar skuldu soleiðis verið 221.000 kr. í 2022.

Vóru tær javnaðar sambært einari aðrari grein í arbeiðsskaðatryggingarlógini, var hon 263.535 kr. í 2022. 

 

Landsstýrið sigur, at tað er hugsandi, at feløg, sum selja vanlukkutryggingar, fara at hækka tryggingargjøldini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Pensjónsaldur hækkar

Lógin skal eisini broytast, tí pensjónsaldurin hækkar.

Í lógini um almannapensjónir er ásett, at pensjónsaldurin er 67 og hálvt ár fyri fólk, sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1.juli 1957 til 31 desember 1962.

Hann er 68 ár hjá fólki, sum eru fødd eftir 31.desember 1962.

Hugsandi er, sigur landsstýrið, at tryggingarfeløgini, sum selja vanlukkutryggingar sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, fara at hækka tryggingargjøldini nakað.

Og av tí at kommunurnar hava skyldu til at tekna tryggingar fyri síni starvsfólk, kann talan gerast um eina økta útreiðslu hjá kommununum.

Fyrsta viðgerð verður á tingfundinum 7.september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109