Hava funnið 18 lík í skógareldi í Grikkalandi

Hava funnið 18 lík í skógareldi í Grikkalandi
Hildið verður, at talan er um migrantar, sum hava latið lív
Myndugleikar í Grikkalandi ávara framvegis um sera stóra vandan fyri fleiri skógareldum av nógva hitanum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.08.2023 - 14:09

Grikskir myndugleikar hava funnið líkini av 18 fólkum í leivdunum av skógareldi. Talan er helst um migrantar, sum hava latið lív í eldinum.

Skógareldar hava verið í hesum økinum har norðuri í Grikkalandi seinastu fýra samdøgrini. 4.000 hektarar eru farnir upp í royk.

Tað skrivar Reuters sambært danska kringvarpinum.

Skógarøkið í Evros-landspartin er ein nógv brúkt leið hjá migrantum, í royndini at sleppa úr Turkalandi til okkurt evropeiskt land.

Í býnum Alexandroupolis, sum er nærindis, vóru fleiri flutt av sjúkrahúsinum í ein bát, fyri at sleppa undan eldinum, sum enn breiðir seg.

Ógvisligi roykurin er rokkin heilt til høvuðsstaðin, Athen, sum er sunnaliga í Grikkalandi.

Myndugleikar ávara um sera stóra vandan fyri fleiri skógareldum av nógva hitanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948