- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ellemann og Troels býta um ráðharrasess
Tríggjar vikur eftir at Jakob Ellemann-Jensen kom aftur úr sjúkrafarloyvi í sessin sum verjumálaráðharri, fer hann úr verjumálaráðnum at umsita búskaparmál í donsku stjórnini.
Samstundis fer Troels Lund Poulsen, búskaparráðharri, aftur í sessin sum verjumálaráðharri, sum hann røkti, meðan Jakob Ellemann-Jensen var í sjúkrafarloyvi.
Jakob Ellemann- Jensen heldur kortini fram sum varaforsætisráðharri.
Ov stór arbeiðsbyrða
Jakob Ellemann-Jensen sigur, at skal tað eydnast sær sum formanni í Vinstra at røkja formansstarvið, so flokkurin framvegis fær ávirkan í stjórnarsamstarvinum, ber ikki til at vera verjumálaráðharri samstundis.
Hann viðgongur, at uppgávurnar í verjumálaráðharranum eru so stórar, at tað krevur ein ráðharra burturav.
Tað hevur ikki eydnast donskum miðlum at fáa viðmerking frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til broytingina í stjórnini.