Norðhavssild og makrelur til vinnuligar royndir

Norðhavssild og makrelur til vinnuligar royndir
3.000 tons av norðhavssild og 1.800 tons av makreli vóru at býta
Seks umsóknir vóru um tilsamans 5.900 tons av sild.
 
22.08.2023 - 08:33

Fýra virki hava fingið norðhavssild og trý makrel til vinnuligar royndir.

3.000 tons av norðhavssild vóru at býta. Sjey umsóknir vóru um 5.900 tons.

1.800 tons av makreli vóru at býta millum tær tríggjar umsóknirnar. Seks umsóknir vóru um 4.200 tons.

Umsóknirnar, sum fingu nei, vóru av ymiskum orsøkum ikki mettar at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði, sigur Fiskivinnuráðið.

Fiskivinnu- og samferðslumála­ráðið hevur viðgjørt umsóknirnar saman við Havstovuni.

Kósin, Tavan og smápartafelagið DNV, sum er um at verða stovnað, fingu part í báðum fiskasløgum.

Jupiter, sum hevur samstarv við Pelagos, fekk sild.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109