Løgmaður: 10 milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina næsta ár

Løgmaður: 10 milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina næsta ár
Í ár hava Føroyar latið Ukraina sjey milliónir krónur í neyðhjálp, men næsta ár verður upphæddin 10 milliónir krónur, lovar løgmaður, sum í dag hitti ukrainska forsetan
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heilsa upp á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj
Mynd: Javnaðarflokkurin á Facebook  
 
21.08.2023 - 17:12

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fingu møguleikan at bera ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, og ukrainska fólkinum eina kvøðu, tá tey í dag vóru við til almennu vitjanini hjá Volodymyr Zelenskyj og konu hansara á Christiansborg. 

"Tað hugtók meg, at hann segði í sínari røðu, at vit kunnu heldur missa eitt sindur av pengum enn at missa andlit yvir fyri russum," segði Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

 Volodymyr Zelenskyj helt tríggjar røður á síni vitjan í fólkatinginum í dag, eina uttanfyri, eina innanfyri og eina til døgurðan. 

"Tað vóru tríggjar ymiskar røður, har boðskapurin var nøkurlunda tað sami, at russar ætla sær víðari, um Ukraina fellir."


Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heilsar upp á Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Bjørt Samuelsen á Facebook)

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fingu møguleikan at heilsa upp á Zelenskyj tíðliga í morgun, og tey bæði vissaðu hann um, at føroyska fólki kennir við ukrainska fólkinum. 

"Vit greiddu honum eisini frá, at vit hava tikið móti ukrainskum flóttafólkum, og at vit hava gjørt okkara besta fyri, at tey skulu hava tað gott í Føroyum," greiddi løgmaður frá. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109