Rúmdarfar dottið niður á mánanum

Rúmdarfar dottið niður á mánanum
Ferðin hjá rúmdarfarinum Luna-25, sum eftir ætlan skuldi seta seg á mánan í morgin, er miseydnað
 
20.08.2023 - 14:23

Tað sigur russiski rúmdarstovnurin, Roskosmos, sambært tíðindastovuni Reuters. Rúmdarstovnurin misti sambandið við rúmdarfarið í gjár. 

Eftir ætlan skuldi farið lenda á suðurpólinum á mánanum í morgin, mánadag. Eitt stað á mánanum, har eingin nakrantíð hevur megnað at lent áður. 

Einki fólk var við í rúmdarfarinum. 
 

47 ár síðan síðstu mánaferð

Russland hevur ikki verið á mánanum síðan 1976. 

Endamálið við ferðini hesa ferð var at kanna, um vatn er á staðnum, eins og metingar eru um, at tað er. Fleiri serfrøðingar vilja tó vera við, at endamálið hjá Russlandi við mánaferðini serliga er fyri at vísa, at Russland framvegis er ein av størstu avbjóðarunum í rúmdini. 

Bæði USA og Kina arbeiða við líknandi verkætlanum, ímeðan India í farna mánaði sendi eitt rúmdarfar til mánan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948