- Tíðindi, mentan og ítróttur
Zelenskyj í Svøríki
Zelenskyj forseti hittir Ulf Kristersson, forsætisráðharra, og eisini aðrar politiskar leiðarar. Harumframt hittir ukrainski forsetin eisini svensku kongafamiljuna.
- Eg vil persónliga takka Svøríki fyri at stuðla okkara stríði fyri frælsi, sigur ukrainski forsetin sambært SVT.
Zelenskyj sigur harumframt á miðlinum Telegram, at høvuðsendamálið við vitjanini er at strykja ukrainsku herfólkini, bæði á landi og í luftini og at menna verjusamstarvið.
Svenska stjórnin sigur í tíðindaskrivi, at tey eisini vilja nýta høvið til at vísa Ukraina sín framhaldandi stuðul.
Fyrr í vikuni samtykti svenska stjórnin trettanda hjálparpakkan til Ukraina. Virði á nýggjasta hjálparpakkanum er 3,4 milliardir svenskar krónur.
Svøríki hevur higartil latið verjuútgerð til Ukraina fyri áleið 17 milliardir svenskar krónur, skrivar SVT.