Prísvøksturin í evruøkinum minkaði í juli

Prísvøksturin í evruøkinum minkaði í juli
Hetta er níggjundi mánaði á rað at prísvøksturin í evruøkinum minkar. Nú minkar hann tó ikki við somu ferð sum áður
Mynd: Shutterstock.com  
 
18.08.2023 - 14:49

Prísvøksturin í londunum, sum nýta evruna sum gjaldoyra, minkaði eitt sindur í juli mánaði.

Prísvøksturin har er nú 5,3 prosent.

Tað er 0,2 prosentstig lægri enn undanfarni mánaði, vísa tøl frá Eurostat.

Hetta er níggjundi mánaði á rað at prísvøksturin í evruøkinum minkar. Nú minkar hann tó ikki við somu ferð sum áður.

Hyggur ein nærri eftir hesum tølunum sæst eisini at um orku- og matvøruprísur ikki vera taldir við so minkaði prísvøksturin ikki í juli. 

Og um ein hyggur eftir prísvøkstrinum í tænastuvinnuni so var hann størri í juli enn í juni. Hann fór frá 5,4 prosentum til 5,6 prosent. 

Í oktober í fjør var prísvøksturin í evruøkinum 10,6 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948