Føroyar hava útflutt fyri 6,2 mia. kr. higartil í ár

Føroyar hava útflutt fyri 6,2 mia. kr. higartil í ár
Stórur vøkstur er í útflutningi av fiskavørum. Tað eru vørur sum mjøl, fóður, lýsi og líknandi
Virðið av laksaútflutninginum er minkað við 156 milliónum ella 6 prosent
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
18.08.2023 - 12:10


Føroyar útfluttu vørur fyri 6,2 milliardir krónur fyrstu seks mánaðirnar í ár. Hetta eru 321 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør. 

Tað boðar Hagstova Føroya frá í dag.

Stórur vøkstur er í útflutningi av fiskavørum. Tað eru vørur sum mjøl, fóður, lýsi og líknandi. 

Samanlagt er hesin bólkur vaksin 520 milliónir krónur frá fyrra hálvári 2022 til fyrra hálvár 2023. Hetta svarar til umleið 48 prosent.

Útflutningurin av makreli er vaksin nakað fyrra hálvár. Vøksturin er 60 milliónir krónur ella 17 prosent.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað við 156 milliónum ella 6 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er laksaprísurin lækkaður. Harumframt er nøgdin minkað.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er minkað 367 milliónir krónur, sum svarar til 23 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.

Føroyar útfluttu vørur til Russlands fyri 22,1 millión krónur í juni í ár. Selt var fyri 14,4 milliónir krónur av brennievni og aðrari útgerð til russisk skip, og útflutt var fyri 7,7 milliónir krónur av lodnu og makreli til Russlands.

Innflutningurin hjá Føroyum fyri fyrra hálvár í ár, er á sama støði sum í fjør. Føroyar hava innflutt vørur fyri 5,9 milliardir fyrstu seks mánaðirnar í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109