Sirið Stenberg: Endamálið er at fáa mesta vælferð fyri játtanina

Sirið Stenberg: Endamálið er at fáa mesta vælferð fyri játtanina
Roynt verður alla tíðina at laga Almannaverkið til, so meira fæst fyri hvørja krónu, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til Eirik í Jákupsstovu
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum
Mynd: Savnsmynd  
 
18.08.2023 - 10:11

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur svarað einum spurningi frá sínum partamanni Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmann.

Eirikur í Jákupsstovu spurdi: 

Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í tíðarskeiðnum 2019-2022 fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum?

 

Mest fyri hvørja krónu

Sirið Stenberg svarar, at foynt verður alla tíðina at laga Almannaverkið til, so meira fæst fyri hvørja krónu.

Hon sigur, at endamálið er at fáa sum mesta vælferð fyri ta játtan, sum er.

Í nógvum førum ræður um at finna javnvágina millum góðar, smidligar men effektivar skipanir.

Hetta verður gjørt hvønn dag. Eitt fullfíggjað yvirlit yvir átøk finst tó ikki.

 

Talgilding hevur spart pengar

Landsstýriskvinnan nevnir talgildingina, so sum Mínboks og Vangan.

Fyri 20 árum síðani umsótu 10 ársverk pensjónina.

Nú eru tey trý.

Sirið Stenberg nevnir eisini endurmenningardepilin Skálagarð í Klaksvík.

Har eru einstaklingsfyriskipanir í Trivnaðardeplinum savnaðar í einum størri stovni.

Hetta gevur minni eindarkostnað, sigur hon.

 

Umskipa innkeypini

Og Almannaverkið er farið at umskipa innkeypini fyri at fáa meira fyri hvørja krónu.

Komandi árini er ætlanin at skipa verandi bústovnar øðrvísi, samstundis sum ætlanin er at byggja nýggjar vardar bústaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109