Føroysk skip sleppa ikki at landa í Íslandi

Føroysk skip sleppa ikki at landa í Íslandi
Sambært íslendskari lóg er ikki loyvt útlendskum skipum at landa í Íslandi, hava tey fiskað úr stovni, sum lond ikki eru samd um, hvussu skal býtast millum londini
Íslendsk skip landa makrel í Føroyum, men føroysk skip sleppa ikki at landa í Íslandi
Mynd: Savnsmynd  
 
18.08.2023 - 11:20

Morgunblaðið hevur spurt íslendska matvøruráðið, hví føroysk skip ikki sleppa at landa makrel í Íslandi? Svarið var greitt:

Sambært íslendskari lóg er ikki loyvt útlendskum skipum at landa í Íslandi, hava tey fiskað úr stovni, sum lond ikki eru samd um, hvussu skal býtast millum londini.

Morgunblaðið skrivar, at undantak kann tó gevast frá lógini.

Íslendsk skip landa makrel í Føroyum.

Børkur var nú í vikuni í Føroyum við 2.100 tonsum av makreli.

Føroyska fiskimálaráðið spurdi í farna mánaði, um føroysk skip kundu landa makrel í Íslandi, men svarið haðani var nei. 

Men skipini sleppa at landa í Noregi.

Føroysk skip sleppa at landa makrel uttanlands til 31.august, so tey ikki noyðast at bíða so leingi eftir at sleppa framat í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948