Etna farið at goysa

Etna farið at goysa
Øll flogferðsla til og av flogvøllinum í Catania á oynni Sisilia í Italia er steðgað, eftir at gosfjallið Etna fór at goysa í nátt.
Mynd: Etna Walk/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.08.2023 - 15:48

Øll flogferðsla til og av flogvøllinum í Catania á oynni Sisilia í Italia er steðgað, eftir at gosfjallið Etna fór at goysa í nátt. Flogferðslan er fyribils steðgað fram til klokkan 19 í kvøld.

Harumframt hevur borgarstjórin í Catania, Enrico Trantino, bannað allari ferðslu við motorsúkklum og súkklum næstu 48 tímarnar. Og bilar mugu ikki koyra skjótari enn 30 km/t.

Orsøkin er, at øska frá gosinum hevur lagt seg á vegirnar, sum av tí sama gerast sera hálir.

Etna er 3.324 metrar høgt og er hægsta virkna gosfjall í Evropa. Har goysir ofta, men seinasta stóra gosið var í 1992, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948