Bretar: Ikki ferðast í Svøríki

Bretar: Ikki ferðast í Svøríki
Bretska stjórnin metir vandan fyri yvirgang vera so stóran í Svøríki, at tey mæla sínum borgaum frá at ferðast í Svøríki
 
13.08.2023 - 18:14

Bretska uttanríkistænastan ávarar nú bretskar borgar um at ferðast í Svøríki. 

Orsøkin er vandi fyri yvirgangsálopum. 

Tað skrivar Ritzau tíðindastovan. 

Tað er í dagførdu almennu bretsku ferðavegleiðingini, at uttanríkistænastan staðfestir, at tað er øktur vandi fyri yvirgangsálopum, um man ferðast í Svøríki.

- Tað er sera sannlíkt, at yvirgangsfólk royna at fremja álop í Svøríki. Lopið kann vera á tilvildarlig støð, harímillum eisini støð, sum verða vitjað av útlendingum, skrivar bretska uttanríkistænastan á heimasíðu síni.

Lagt verður aftrat, at tað longu er eydnast svenskum myndugleikum at forða fyri fleiri álopum. 

Mett verður at 850.000 bretar vitja Svøríki árliga.

Sambært Ritzau er tað tó ikki bara ferðandi til Svøríkis, sum verða biðin um at vísa ans. Eisini sviar, sum ferðast í øðrum londum, mugu vera árvakin.

Tað sigur Henrik Landerholm, svenski trygdarpolitiski ráðgevin, við Ritzau.

- Í ljósinum av støðuni verða sviar og fyritøkur í útlondum, sum hava tilknýti til Svøríki, biðin um at vísa ans og vera varin, sigur Landerholm.

Orsøkin til ávaringarnar er trygdarpolitiska støðan, eftir at fleiri koranir eru brendar í Svøríki síðstu tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948