- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj bók um fólkaræði eftir Beintu í Jákupsstovu
Nýggj bók um fólkaræði eftir Beintu í Jákupsstovu
- Fólkaræði er ikki nøkur sjálvfylgja, men má verjast og røkjast fyri at kunna mennast, og tí er evnið átrokandi at viðgera í hesum tíðum
Mynd: Nám
12.08.2023 - 15:37
Tað verður staðfest, nú Nám gevur út nýggja bók um fólkaræði eftir Beintu í Jákupsstovu.
Bókin, ið ber heitið “Fólkaræði - hvat, hví og hvussu”, viðger týdningarmestu hugtøkini um fólkaræði stuðlað av eini gjølligari kelduskipan, ið ger lesaran føran fyri at kunna seg víðari í øðrum bókmentum.
“Fólkaræði - hvat, hví og hvussu” hevur aktuellan týdning, ikki minst nú einaræðið Russland er lopið á fólkaræði Ukraina og sjálvsagda fólkaræði stendur fyri skotum, samstundis sum talufrælsi er vorðið eitt stríðsmál í altjóða høpi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV