Í myndum: Sært tú fuglin í Suðuroy?

Teir fuglarnir sum koma hendanvegin um heystið geva sær eisini betri stundir enn um várið. Tí kann vera lættari at síggja teir um heystið enn um várið. Eisini munkar, sum henda bøgan, kunnu síggjast í Føroyum um heystið. (Mynd: Silas Olofson)

Notuljómarin, sum dámar best at goyma seg millum bløð í trøum og runnum, gerst meira sjónligur um heystið, tá eingi bløð eru á trøunum. Vanliga heldur notuljómarin til longer suðuri í Evropa. (Mynd: Silas Olofson)

Í oktober ber eisini til at síggja øsreyðan lóm, men tá eru vaksnu fuglarnir við at missa stásiliga summarbúnan og eru ávegis í vetrarbúna. (Mynd:Silas Olofson)

Eitt nú hava nilksljómarar verið at sæð í stórum talið kring landið. Ein ógvuliga lítil fuglur, á stødd sum músabróðir, sum flýgur sera langan tein. Teir reiðrast eystanfyri Ural fjøllini í Russlandi. (Mynd: Silas Olofson)

Tá man er úti og leitar eftir fuglum, so liggur eisini væl fyri at síggja mangt annað, ið fer framvið. (Mynd: Hallur Thomsen)

Hendan bólkin av bóghvítuhvalum sóu Silas Olofson og Tróndur Olsen eisini, tá teir vóru í Suðuroy og vitjaðu. (Mynd: Silas Olofson)

Tað ræður eisini um at njóta alt annað, ið rekst framvið, tá mann er úti og hyggur og kikar eftir fugli. (Mynd: Silas Olofson)

Nýggjasti partur í øðrum umfari av "Sært tú fuglin?" sæst nú á KVF Sjón. 

Er kopiera