Spennandi val og samgongusamráðingar

Spennandi val og samgongusamráðingar
Sámal Matras Kristiansen, Ragnar Joensen og Barbara Holm skifta orð um kommunvalið og suðuroyartunnilin
 
16.11.2024 - 13:11

Stórur spenningur hevur verið um kommunuvalið, men hvussu liggja brikkarnir í talvinum um valdið í landsins kommunum, nú valið er farið afturum.

Tað skiftir vikupanelið orð um. Vikukjakarar hesa vikuna eru: Sámal Matras Kristiansen, námslektari á Setrinum, Ragnar Joensen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.

Vit fara eisini ein túr til Suðuroyar, men skal tað vera gjøgnum ein tunnil ella við Smyrli kanska av Sandi í framtíðini? Tað kjakast vit eisini um, nú Malan Johansen, landsbankastjóri, hesa vikuna harðliga talaði at grundarlagnum undir breiðu semjuni fyri framtíðar suðuroyartunnil, sum flokkarnir í Løgtinginum undirskrivaðu fríggjadagin í síðstu viku.

Landsbankin tekur fyrivarni fyri útrokningarháttinum av kostnaðinum. Hann er misvísandi, heldur Landsbankin, eitt nú tí at ferðaseðlaprísirnir fyri verandi farleið ikki eru prístalsviðgjørdir. Eisini vísir Landsbankin enn einaferð á, at fíggjarliga haldførið er ov vánaligt til at fara undir eina so stóra verkætlan nú. Men broytir hetta fyritreytirnar fyri at halda á við tunnilsætlanini - tað hugleiðir vikupanelið um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. apríl
Morgunlestur mikudagur 9.apríl 2025
190384
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366