Klaksvík er vorðin mítt heim

Klaksvík er vorðin mítt heim
VIKUGESTURIN: David Im hevði búð í fimm ymsum londum, tá hann flutti til Føroya í 2012. Her hevur hann arbeitt við integratión, og fest røtur.
 
23.11.2024 - 14:17

Integratión og mentanir hava fylt nógv í lívinum hjá 38 ára gamla David Im. Hann hevur eina masterútbúgving í millummentanarligum viðurskiftum av John Brown University í Arkansas í USA, og hevur arbeitt við integratión í Føroyum - fyrst í Klaksvíkar kommunu og síðani á Útlendingastovuni. Og so hevur hann búð í 6 londum.

David er føddur í Suðurkorea, men flutti sum sjey ára gamal til Onglands, tí foreldrini vildu læra seg betri enskt. Familjan búði í Onglandi í tvey ár, til tey, í 1995, fluttu til Yemen í miðeystri, har foreldrini hjá David virkaðu sum trúboðarar. Sum bert 12 ára gamal flutti David Im einsamallur til Týsklands at ganga á einum amerikanskum, kristnum kostskúla fyri børn hjá trúboðarum. Har var hann til í 2004, tá hann flutti til Arkansas í USA at lesa. Í Arkansas hitti hann Anniku Kunoy Im úr Føroyum, tey giftust í 2008 og fluttu saman til Føroya í 2012.

 

Givið førleikar at læra og tillaga seg 

Tað, at búgva í so nógvum londum, hevur havt við sær, at David gjøgnum sín uppvøkstur og ungdóm ofta hevur  verið noyddur til at tillaga seg nýggj mál og mentanir. Tað hevur verið hart og krevjandi, men eisini givið honum royndir og førleikar, og myndað hann sum menniskja:

- Á enskum hevur mann eitt hugtak, ið lýsir tað at vera uppvaksin í ymsum mentanum: "Third culture kid". Tað vísur til, at tín samleiki er bygdur á eina blanding av mentanum. Tú fært eitt nú førleikan at tillaga teg eitt nýtt umhvørvi, eitt nýtt mál og mentanarligar normar, og tú berur við tær ymisk og øðrvísi sjónarhorn.

Hesar førleikar kundi David brúka, tá hann flutti til Føroya, og teir gjørdu helst, at tað fall honum lutfalsliga lætt at koma at trívast í Føroyum:

- Eg havi lært týdningin av at bjóða meg fram og at vera virkin, og tað royndi eg eisini at vera, tá eg flutti til Føroyar, sigur hann.

 

Nýggja integratiónslógin er góð, men kann ikki standa einsamøll

David Im fekk fyrst arbeiði í Blikksmiðjuni í Klaksvík, og har lærdi hann nógv um føroyskan arbeiðsmoral, mál og mentan. Meðan hann arbeiddi har, sá hann ein stóran tørv á eitt nú meira kunning til tilflytarar. Tí bjóðaði hann seg fram at arbeiða við integratión í Klaksvíkar kommunu. Hann fekk eitt verkætlanarstarv hjá kommununi í 2014, og stóð fyri at orða fyrsta integratiónspolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu og gjørdi eisini eina kanning millum tilflytarar.

Í 2015 fekk David starv á Útlendingastovuni, har hann enn arbeiðir. Hann hevur havt ein leiklut í arbeiðnum við nýggju integratiónslógini, sum júst er løgd fyri Løgtingið. Lógin gevur tilflytarum nøkur lógarásett rættindi - eitt nú ókeypis málundirvísing - og ásetur nakrar skyldur, eitt nú at tilflytarar skulu læra seg føroyskt, og at tað er krav fyri at kunna fáa varandi uppihaldsloyvi, at ein hevur luttikið til integratiónssamrøður og kunningarfundir.

Men lógin kann ikki standa einsamøll fyri at tryggja góða integratión. Í viðmerkingunum til lógina stendur, at týdningarmesti parturin av integratiónini fer fram í samspæli millum menniskju, og hetta kann lóggávan bert stuðla undir. Eins stórur partur er, at hava møguleika at gerast partur av politiskum, mentanarligum, fíggarligum, arbeiðsmarknaðarligum og sosialum sambondum í føroyska samfelagnum. Hesum er David Im samdur í:

- Eg haldi, at lógin er ein góð byrjan, og tað er týdningarmikið at hava eina lóg sum ásetur, hvørji tilboð, rættindi og skyldur tilflytarar hava, tí higartil hevur onki verið.

Men integratión er eitt breitt hugtak, og sosiali luturin av integratiónini hevur stóran týdning fyri, at tilflytarar veruliga koma at trívast í Føroyum, heldur David Im:

- Mann kann duga flótandi føroyskt, og hava eitt fínt starv, men um tú ikki følir, at tú hoyrir til ein felagsskap, eitt grannalag ella nøkur vinarløg, so fánar trivnaðurin. Tí er tað týdningarmikið, at ikki bert mynduleikarnir arbeiða fyri integratión, men at fólk, sum búgva í Føroyum, eisini eru við í hesum. Har spælir familjan og lokala netverkið ein stóran leiklut, sigur David.

David Im heldur, at størstu avbjóðingarnar hjá tilflytarum í dag eru at læra málið, at útbúgva seg, at kunna brúka sína útbúgving á arbeiðsmarknaðinum og at finna hóskandi arbeiði. Forðingarnar fyri hesum eru fyrst og fremt avbjóðingar við føroyska og danska málinum, og at útbúgvingar ikki vera viðurkendar.

 

Familjan stóran týdning
Familjan - konan Annika og teirra fýra børn - hava alstóran týdning fyri David. Kanska serliga tí, hann sjálvur hevur livað stóran part av sínum barna- og ungdómsárum langt burturi frá sínum foreldrum, tá hann var á kostskúla í Týsklandi:

- At vera har fyri mína familju hevur stóran týdning fyri meg. Eg byrjaði at liva uttan foreldur, tá eg var 12 ára gamal. Tað ikki at hava eina familju rundan um meg, hevur ikki verið lætt, og tí vil eg vera har fyri mína familju, tað eg kann, sigur David.

Men familjan, vinir og netverkið rundan um hevur eisini havt stóran leiklut í, at David er komin at trívast í Føroyum:

- Eg kenni nógv fólk í Føroyum, men tað var torført at siga, hvørt tað hevði við sær, at eg veruliga var vorðin ein partur av føroyska samfelagnum. Men ein dagin fekk eina innbjóðing til ein føðingardag hjá einum vinmanni, sum fylti 40 ár. Og eg hugsaði: yes, hatta er tað! Hetta merkir, at nú eri eg kom innum. Vinmaðurin kundi eins væl bjóðað onkrum øðrum, sum hann kendi, frá tá hann var yngri, men í staðin beyð hann mær, og slíkt ger ein stóran mun, og hevur við sær, at eg nú føli meg sum ein part av samfelagnum, sigur David.  

 

Vil gjarna gera ein mun
David kennir seg í dag heima í Føroyum, og sær ljóst uppá tilveruna. Hann vil fegin vera ein partur av at menna Føroyar víðari. Og hann vónar, at vit halda áfram at raðfesta integratión:

- Vit mugu minnast til, at integratión er ein livandi tilgongd fyri bæði tilflytarar og føroyingar. Vit kunnu ikki vænta, at um vit gera ein lóg og játta pengar, so riggar alt bara. Integratión er eitt áhaldandi arbeiði, sigur David.

 

Lurtið eftir allari samrøðuni við vikugestinum David Im her

 
1710282

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410