Grønlendskir politikarar ótolnast eftir grundlógini

Grønlendskir politikarar ótolnast eftir grundlógini
Grønlendskir politikarar óttast, at grønlendska grundlógin er á veg í gloymskuna, tí einki er hent, síðan grundlógin varð løgd fram í apríl
Grønlendska landstingið
Mynd: Savnsmynd  
 
11.08.2023 - 17:00

Síðst í apríl varð uppskot um eina grønlendska grundlóg varð lagt fram.

Tað eru skjótt fýra mánaðir síðan, men síðan tá er einki hent, og nú eru grønlendskir politikarar farnir at ótolnast. 

Ein av teimum er Mariia Simonsen, sum er forkvinna í tingbólkinum hjá IA.

Hon setti herfyri landsstýrisformanninum Mute B. Egede ein fyrispurning um, hvussu tað nú skal arbeiðast víðari við grundlógaruppskotinum.

Mute B. Egede hevur nú svarað.

Hann sigur, at bólturin liggur hjá grønlendska tinginum, Inatsisartut, og at landsstýrið gleðir seg til at fáa eitt orðaskifti við tingið um, hvussu nú skal farast fram.

 

Hevur kostað 30 mió. kr. 

Men grønlendski tingformaðurin Kim Kielsen sigur við grønlendska kringvarpið KNR, at bólturin í øllum førum ikki liggur hjá formansskapinum, men heldur hjá teimum ymsu flokkunum.

Hetta undrar spyrjaran Mariiu Simonsen, men hon sigur hetta vera eitt eyðkenni fyri alla tilgongdina, at eingin nú veit, hvør hevur ábyrgdina av at føra málið víðari.

"Hetta hevur tikið nógv ár og kostað nógvar pengar, og nú verður bólturin kastaður frá tí eina til tann næsta. Men um hann er endaður hjá flokkunum, fara vit fegin í arbeiðshandskarnar, so gongd kemur á málið", sigur hon við KNR.

Grønlendska tingið setti í apríl 2017 eina grundlógarnevnd at arbeiða við einum uppskoti til eina grønlendska grundlóg.

Seks ár seinni, í apríl í ár, var uppskotið liðugt og lagt fram. 

Arbeiðið hjá grundlógarnevndini hevur kostað 30 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948