Søguligi býurin Lahaina á Hawaii er brendur í grund

Søguligi býurin Lahaina á Hawaii er brendur í grund
Randi á Bergi, sum býr á Hawaii sigur, at tey lokalu eru sera ónøgd við handfaringina hjá myndugleikunum av støðuni og vilja vera við, at tað verður gjørdur mismunur á fólki
Søguligi býurin Lahaina er nærmast brendur í grund
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.08.2023 - 16:00

Ógvusligir eldar herja í Hawaii. 

Serliga stendur illa til á søguligu og vælumtóktu ferðaoynni, Maui.

Yvir 50 fólk hava latið lív, hundraðtals heim eru brunnin í grund, og túsundatals fólk eru flutt burtur. 

Randi á Bergi hevur seinastu trý árini búð í Honolulu í Hawaii.

Hawaii_brennur_01_110823

Randi á Bergi sigur, at tey lokalu eru sera ónøgd við handfaringina hjá myndugleikunum av støðuni og vilja vera við, at tað verður gjørdur mismunur á fólki, og at myndugleikarnir lúgva um deyðstølini, fyri at verja ferðavinnuna. 

Hawaii_brennur_02_110823
 
 
Hetta er størsta vanlukka, sum hevur rakt Hawaii í yvir 60 ár.

Í 1960 kravdi ein tsunami 61 mannalív, men mett verður, at eldarnir hava kostað væl fleiri fólkum lívið, hóast almennu tølini ikki siga tað enn. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948