- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur gekk seg fastan oman fyri Hvannasund
Ein maður gekk seg fastan í fjøllunum norðanfyri í gjár, og hjálp varð boðsend.
Tað vóru tveir vinmenn, sum vóru farnir túr í fjøllunum oman fyri Hvannasund, ið komu í knípu.
Annar fór oman aftur í bilin, ímeðan hin vildi síggja meir.
Tá ið vinmaðurin ikki kom aftur, vórðu boð send eftir løgregluni.
Gingið seg fastan í brattlendi
Bjargingartyrla, fjallaklintrarar, politistar og staðkend fólk vórðu boðsend.
Tey fingu eyga á mannin, sum hevði gingið seg fastan í brattlendinum og slapp hvørki aftur ella fram.
Nakrir staðkendir mans fóru ímóti honum og fingu leiðbeint hann, hvussu hann skuldi ganga seg burtur úr knípuni og hann kom omanaftur í øllum góðum.
Vinmenninir vóru báðir føroyingar.