Ungir føroyingar sleppa í 18 ára føðingardag hjá Christiani prinsi

Ungir føroyingar sleppa í 18 ára føðingardag hjá Christiani prinsi
Tilsamans verða um 200 18 ára gomul úr teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum boðin í veitslu
Christian prinsur verður 18 ár 15. oktober
Mynd: kongehuset.dk  
 
08.08.2023 - 13:58

Sunnudagin 15. oktober verður Christian prinsur 18 ár.

Omma hansara Margreta drotning verður tann dagin vertur fyri einari føðingardagsveitslu á Christiansborg-slotti.

Í sambandi við veitsluna, verða 200 ung upp á 18 ár boðin í veitslu.

Kongshúsið boðar í dag frá, at hendan innbjóðing er galdandi fyri danskar, grønlendskar og føroyskar kommunur. Hvør ið sleppur í veitslu, verður avgjørt í einum samstarvi millum kongshúsið og kommunurnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948