- Tíðindi, mentan og ítróttur
Paludan er á veg til Føroya
Politiið í Danmark heldur vakið eyga við, hvar Paludan er og hvar hann ferðast, og hevur tí gjørt politinum í Føroyum greitt, at hann nú er á veg til Føroya.
- Men politiið úttalar seg annars ikki um, hvat hann ger í Føroyum, sigur vakthavandi á politistøðini um danskaran, ið er kendur fyri at hava sett eld á koranir í bæði Danmark og Svøríki.
Sambært vakthavandi er eingin umsókn komin inn um nakað, ið kundi mint um eitt tiltak, ið kann setast í samband við Paludan.
Myndir av Paludan
Kringvarpið hevur eisini sæð nakrar myndir av honum, sum sigast at vera frá í dag. Á myndunum sæst Paludan standa á kaiini í Danmark og eisini á bildekkinum á Norrønu.
Tað ber tó ikki til at fáa myndirnar váttaðar og tað er ikki greitt, hvør hevur tikið tær.
Nógv altjóða rok hevur verið um koran-brenningar í seinastuni, serliga í Svøríki. Fyri einum mánaði síðani varð ein koran brend í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, ið mundi forðað fyri, at Svøríki fekk limaskap í NATO.
Í Danmark varð sonevnda blasfemi-paragraffin strikað úr donsku revsilógini fyri nøkrum árum síðani. Men henda paragraff er framvegis í gildi í Føroyum.